Alexa Chung fyri Vero Moda

Deil á Facebook
Hósdagur 25. august 2011 - 09:12

Danska klædnaketan Vero Moda hevur gjørt samstarvsavtalu við 27 ára gomlu bretsku modellina Alexa Chung.

Alexa Chung verður andlitið á nýggju lýsingaherferðini hjá merkinum, sum verður framleidd í New York síðst í hesum mánaðinum og fer at prýða handlar og gøtur um alt Evropa millum novembur 2011 og juli 2012.

Altjóða lýsingastjórin í Vero Moda, Katja Hundrup, sigur, at tey hava valt Alexa Chung sum andlit, tí at hon er ein ómetaliga mótatilvitað kvinna, sum óivað kann vekja serliga stóran áhuga fyri kolleksjónini.

Alexa Chung telist í løtuni millum heimsins fremstu trendsetarar, tá ið um klædnamóta ræður. Hennara evni at blanda rátt og feminint hava eisini gjørt hana til ein tann oftast avmyndaða trendsetaran nakrantíð.

Kelda: costume.dk


Elin Christiansen
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Armbond til kvinnur…

Tá ið eg í dag vitjaði heimasíðuna refinery29.com, rakti eg…

Víðar buksur aftur…

Víðar buksur eru eitt rák, sum setur sín dám á…

Marknaðardagur á Tvøroyri...

Seglloftið á Tvøroyri bjóðar til marknaðardag komandi leygardag, tá ið…