Umhvørvisfelagsskapurin Greenpeace hevur júst almannakunngjørt úrslitið av eini kanning, sum felagsskapurin hevur gjørt av klædnapløggum frá fimtan navnfromum klædnamerkjum.
Kanningin avdúkaði evnið nonylphenolethoxylat í fýra av hvørjum seks pløggum, sum kannað vórðu. Av tí at evnið verður hildið at vera hormonórógvandi og torført at bróta niður, er bannað at brúka tað í klædnaframleiðslu í ES.
H&M hevur boðað frá, at ketan ikki loyvir evninum í síni framleiðslu; men Patrik Eriksson, átaksleiðari í Greenpeace, sigur kanningina staðfesta, at klædnaketurnar ikki hava tamarhald á, hvørji eiturevni verða brúkt í framleiðsluni.
Tey fimtan merkini, sum vóru umboðað í kanningini, eru Abercombie & Fitch, Adidas, Calvin Klein, Converse, GAP, G-Star Raw, H&M, Kappa, Lacoste, Li Ning, Nike, Puma, Ralph Lauren, Uniqlo og Young.
Kelda: fashionforum.dk
Tá ið eg í dag vitjaði heimasíðuna refinery29.com, rakti eg…
Seglloftið á Tvøroyri bjóðar til marknaðardag komandi leygardag, tá ið…