Barbara í Gongini fær verkstuðul og konsulenthjálp

Deil á Facebook
Hósdagur 9. juni 2011 - 15:38

Føroyski sniðgevin Barbara í Gongini, sum býr og arbeiðir út frá Keypmannahavn, er komin í fínt selskap, og hevur fingið eitt ordans herðaklapp. Saman við fýra øðrum fyritøkum fær hon næsta hálva árið bæði fíggjarligan íverksetarastuðul, og hjálp frá serfrøði at menna fyritøku sína bARBARA í gONGINI.

Kristine Sele Sørensen frá Modezonen, sum saman við Kopenhagen Fur og Dansk Erhverv hevur tikið stig til tiltakið, ið nevnist DESIGN INCUBATOR, sigur fashionforum.dk, at allar fimm fyritøkurnar hava góðar møguleikar at menna seg.

-Vit hava millum annað hugt at teira vitanarstøði og teirra fíggjarligu møgulleikum, sigur hon.

Hinar fýra fyritøkurnar/sniðgevarnir, sum fáa stuðul og serliga hjálp frá serfrøði, eru Stine Goya, ?Ole Yde,? JEWLSCPH og Soulland.

Lesið meira á:
http://www.fashionforum.dk/eksperter-klar-med-væksthjælp-til-fem-danske-brands


Leif Láadal
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

bARBARA Í gONGINI…

Kom í dag fram á eina grein um…

Barbara í Gongini…

2.- 6. februar verður árliga vármótavikan í Keypmannahavn,…

Barbara í Gongini…

Tann 12. mai verður triðja árið á rað…

Armbond til kvinnur…

Tá ið eg í dag vitjaði heimasíðuna refinery29.com, rakti eg…

Víðar buksur aftur…

Víðar buksur eru eitt rák, sum setur sín dám á…

Marknaðardagur á Tvøroyri...

Seglloftið á Tvøroyri bjóðar til marknaðardag komandi leygardag, tá ið…