Beltistaskan hevur vitjað mótamyndina við jøvnum millumbili seinastu árini; men hon hevur tó ikki steðgað serliga leingi hvørja ferð. Tað er serliga á sumri, at taskan er at síggja, og soleiðis er eisini í ár.
Av stórum mótahúsum, sum hava beltistaskur við í sínum vár- og summarkolleksjónum í ár, kunnu nevnast Hermes, Pucci, Dianne Von Furstenberg og Jaeger London. Harumframt varð norski mótabloggarin Hanneil, sum av mongum verður mett at vera ein sannur trendsetari, fyri kortum sædd við beltistasku.
Umframt at taskurnar eru prastiskar og hentar teir dagarnar, tá ið tú ikki skalt hava so nógv við tær, so haldi eg tær vera sera vakrar.
Vónandi verður beltistaskan meira at síggja í næstum - eisini frá teimum bíligaru merkjunum.
Myndakelda: www.fashionising.com
Tá ið eg í dag vitjaði heimasíðuna refinery29.com, rakti eg…
Seglloftið á Tvøroyri bjóðar til marknaðardag komandi leygardag, tá ið…