Plagg setur nú skjøtil á nýggja táttin Úr Skápinum. Her fara føroyskar kvinnur einaferð um vikuna at vísa okkum nøkur av sínum yndisklæðum. Fyrsta kvinnan verður bloggan til táttin, Birita Nolsø.
Birita starvast sum fulltrúi í landsfyrisitingini, undirvísir m.a í zumba, og fæst við annað virksemi afturat. Henni dámar skapandi heimin, eisini móta. Serliga fólk, ið megna at skapa sín egna stíl, uttan fyrilit til altjóða rák og trends. Vit geva Biritu orðið, og bjóða henni vælkomnari á Plagg.
NOSTALIGISKUR VILLSKAPUR
Tað er ikki lætt at velja trý pløgg úr rúgvuni, men tað fyrsta, sum kom mær til hugs, var keppurin hjá abba. Eg havi tveir ymiskar, frá tveimum abbum. Annar hóskar væl í stødd, hin er meira rúmligur.
Fleiri av pløggunum rúma ávísan nostalgi. Eg haldi, at kepparnir hava ein serligan týdning; og eg síggi abbarnar fyri mær, hvør í sínum lagi. Eg elski hattar, og havi við tíðini ognað mær fleiri á mínum ferðum uttanlands. Hvør hattur eigur sína søgu.
GAULTIER
Umframt nostalgiskar hattar og keppar, havi eg eisini ein alsk til tí, sum brýtur eitt sindur frá vanliga gerandisdegnum.
Eg elski eitt sindur av villskapi. Tað skal helst vera eitt sindur skeivt. Eitt hitt villasta plaggið er óivað kjólin frá Jean Poul Gaultier. Hann varð keyptur í Fraklandi á sinni, og fer neyvan úr skápinum fyribils. Tað sum irar meg er, at tað kann vera heldur trupult at finna eitt høvi at fara í hann. Seinast hann slapp við í býin, var til frumframsýningina av filminum Sex and the city.
RENNIJAKKIN
Eg búgvi á Velbastað, og her staðfestur veðrið mangan sín vakra villskap. Vit ganga nógv í fjøllunum, og eg renni eisini, so tá eg fekk hendan rennijakkan í jólagávu frá foreldrunum í fjør, var hann ein kærkomin gáva. Elsti beiggi mín rennir sera nógv, og hann vegleiddi foreldrunum.
Ja, væl var vegleitt. Eg havi brúkt hann nógv, serliga kaldar vetrardagar, tá ein vanligur rennjakki ikki munar.
Vit gleða okkum at kaga inn í enn onnur skáp framyvir, og vóna at tit fara at taka væl ímóti nýggja táttinum.
Trýst á myndirnar niðanfyri, fyri at gera tær størri.
UM PLAGGINI
Hattur 1: turkis heklaður hattur frá einari góðari vinkonu
Hattur 2: 100% vistfrøðiligur hvítur hattur tøvdur av Ásu Hátun, sniðlistakvinnu
Hattur 3: ektaður ullintur franskur beret, keyptur í Fraklandi.
Hattur 4: keppurin hjá abba
Rennijakkin frá Salomon: Fjálgur og snildur.
Gaultier kjólin: Eyðkendur Gaultier stílur – enfant terrible hjá franska mótanum.
Tá ið eg í dag vitjaði heimasíðuna refinery29.com, rakti eg…
Seglloftið á Tvøroyri bjóðar til marknaðardag komandi leygardag, tá ið…