Internetið er ikki bara undirhald og samskifti. Við einum neti, sum bindur meginpartin av heiminum saman, er eisini talan um ein risastóran handilsmarknað. Ja, í veruleikanum heimsins størsta. Í Føroyum eru 60 prosent av øllum føroyingum á Facebook, at tað hava handilsfólk funnið útav. Lekkur Undirkløðir Linda eitur ein handil, sum í útgangsstøði hevur bústað í Klaksvík, men kann levera um alt landið. Á vangamynd síni (slóð nianfyri) verða undirklæðir víst, og har verður eisini boðað frá, nær handilin er opin. Sum oftast nakrar tímar um vikuna. Eisini verður kunnað um ferðir kring landið.
Smartur máti at handla, tí útreiðslurnar av einum slíkum handli eru ikki so stórar, sum var talan um til dømis eini stór leigað hølir.
Lekkur Undirklæðir Linda hevur nógv á lagri, verður sagt, og støddirnar eru frá A til J.
Lekkur Undirklæðir Linda á Facebook her
Tá ið eg í dag vitjaði heimasíðuna refinery29.com, rakti eg…
Seglloftið á Tvøroyri bjóðar til marknaðardag komandi leygardag, tá ið…