Rakti í dag við eina vakra myndarøð á Fashion Gone Rogue. Í myndarøðini síggja vit modellina Toni Garrn avmyndaða í nøkrum avbera vøkrum svørtum klædnasettum. Vit síggja nógv til einlitt klædnasett í mótanum í løtuni, og hetta er eitt rák, sum mær dámar sera væl.
Vandi er tó fyri, at einlitt klædnasett kunnu gerast eitt sindur keðilig - serliga tá ið talan er um svart – men í hesi myndarøðini ger tað skiftandi tilfarið sítt til at skapa eitt vakurt spæl. Her hugsi eg t.d. um leðurbuksurnar, blondukjólan, skinnjakkan og tann gjøgnumskygda toppin.
Sí alla myndarøðina, sum er úr Numéro #127, omanfyri. Trýst á myndirnar, um tú vilt gera tær størri.
Tá ið eg í dag vitjaði heimasíðuna refinery29.com, rakti eg…
Seglloftið á Tvøroyri bjóðar til marknaðardag komandi leygardag, tá ið…