Tað eru helst fleiri av okkum, sum ynskja okkum fyllu í hárið. Og nú er ein løtt og ómakaleys loysn á marknaðinum.
Tað er nærum eitt krav, at hárið til tíðir kann gerast størri, um tú vilt royna teg við ymsum hárstílum.
Og eg eri ein teirra, sum elski at fáa fyllu í hárið. Men tann siðbundni hátturin at fáa fyllu í hárið – sum er at tupera tað við kampi og síðani leggja hárlakk omaná – kann slíta rættiliga nógv í longdini.
Fyri stuttum almannakunngjørdi GHD eina nýggja vøru innan háruppsetan – nevniliga Total Volume Foam.
Eg havi nú fingið hendur á hetta frálíka skúmið, sum avgjørt hóskar seg ómetaliga væl til okkum, sum vilja hava meira fyllu í hárið.
Skúmið skal leggjast í hárbotnin ( ella har tú ynskir meira fyllu ) áðrenn tú turkar hárið.
Eftir hetta skal kampurin bert lættliga takast eftir tí økinum, sum tú ynskir gera størri, og úrslitið er einki minni enn frálíkt! Hárið kenst beinan vegin tjykkri, og fyllan heldur leingið í hárinum.
Hetta er avgjørt ein vøra, sum eg kann viðmæla, og GHD Total Volume Foam fæst í eitt nú Royal Hárfríðkan í Havn.
Tá ið eg í dag vitjaði heimasíðuna refinery29.com, rakti eg…
Seglloftið á Tvøroyri bjóðar til marknaðardag komandi leygardag, tá ið…