Kate Moss hevur í mong ár verið kend fyri sín mótarætta stíl. Og nú fáa vit møguleika fyri at fáa hendur á klæðini hjá nýgiftu modellini.
Kate Moss hevur nevniliga tikið avgerð um, at hennara vitageklæði skulu á nýggju heimasíðuna Hardly Ever Worn It, ið er ein heimasíða, ið selur til tann hægstbjóðandi.
Men áðrenn tú leypur úr stólinum er neyðugt at siga, at heimasíðan er ein sokallað luksus síða, sum einans selur dýr og kend merki. Og tí kann prísurin skjótt gerast høgur.
Umframt Kate Moss so fara eisini Sadie Frost og Chloe Green at lata klæði síni til síðuna.
Úrvalið av vintage klæðunum sæst á hardlyeverwornit.com
Tá ið eg í dag vitjaði heimasíðuna refinery29.com, rakti eg…
Seglloftið á Tvøroyri bjóðar til marknaðardag komandi leygardag, tá ið…