Fyrilestur og bindikafe í Keypmannahavn

Deil á Facebook
Hósdagur 18. august 2011 - 06:00

Sunnudag 21. august kl. 16 verður bindikafe á Norðurbryggjuni.

Tann føroyska framsýningin, Føroysk binding: List og sniðgeving, vísir tey áhugaverdu og upprunaligu bindiverkini hjá Katrinu Mariu Hansen (1923-2010) og
nýmótans sniðgeving hjá bindisniðgevanum Jóhannu av Steinum. Nú móti endanum av framsýningini skipar Norðurbryggjan fyri fyrilestri og bindicafé saman við Jóhannu av Steinum.

Í framsýningarhølinum greiður Jóhanna av Steinum frá um arbeiði við framsýningini og íblástrinum, ið hon hevur fingið gjøgnum arbeiði við verkunum hjá Katrinu Mariu
Hansen. Í sambandi við fyrilesturin verður bindicafé – so tak garn og stokkar við í taskuna!


Barbara Holm
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Armbond til kvinnur…

Tá ið eg í dag vitjaði heimasíðuna refinery29.com, rakti eg…

Víðar buksur aftur…

Víðar buksur eru eitt rák, sum setur sín dám á…

Marknaðardagur á Tvøroyri...

Seglloftið á Tvøroyri bjóðar til marknaðardag komandi leygardag, tá ið…