Gagnnýt føroyskan móta

Deil á Facebook
Týsdagur 25. oktober 2011 - 09:00

Eg elski føroysk merki sum Guðrun&Guðrun, Sirri og Jóhanna av Steinum. Hesi merki borga øll fyri góðsku, og eru ein dreymur at vera í um veturin.

Hesi merki eru als ikki ókend millum føroyskar mótaelskarar, men tað er nú kortini vert at minna á tann frálíka og unika mótan, sum hesi merki standa fyri.

Jóhanna av Steinum framleiðir litrík klæðir – troyggjur, turrikløð og húgvur, og tað er eftir mínum tykki einki betri til føroyska vetrardagin, enn júst hesar vørur.

Guðrun&Guðrun eru at meta sum “high fashion”, og rigga væl til jólafrokostin, um tú veruliga vil síggjast úr mongdini.

Sirri er heitt og vakurt, og hevur ment seg nógv seinastu árini. Sjálv eigi eg ein heldur øðrvísi Sirri jakka. Ein stuttan, ljósabrúnan jakka, sum innan er heitt skinn, og uttan er ein
mjúkur pelsur. Jakkin sæst á myndini til greinina ( orsaka vánaligu myndagóðskuna )

Ivast tú í hvat tú skalt ynskja tær í jólagávu frá manninum, so eru føroyski mótin avgjørt eitt frálíkt boð :)


Barbara Holm
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini