Eins og altíð eru glitur og pelsar tað stóra hittið nú veturin nærkast, og fleiri heimasíður eru góðar at heinta íblástur frá til júst hendan mótan.
Tá ið ein skal leita eftir júst tí rætta pelsinum, so er umráðandi at hava í huga at útsjóndin á pelsinum hevur stóran týdning. Tú kanst avgjørt fáa fatur á einum bíligum pelsi, tað einasta tú skalt hugsa um, er at pelsurin ikki sær bíligur út.
Ein heimasíða, sum mær dámar væl at heinta íblástur frá til júst hendan mótan, er heimasíðan hjá Gina Tricot ginatricot.com
Her sæst tað nýggjasta innan vetrar mótan, og fleiri øðrvísi boð eru uppá hvussu tú skalt samanseta klæðini í vetur.
Eisini ber til at keypa vørur heim til Føroyar umvegis hesa heimasíðu, so tað er fínur møguleiki at gera teg til reiðar til jólafrokostar og annað spennandi, sum er á skránni í jólamánaðinum.