Tær virka tiltalandi. Wau – hatta hárið er kul!. Eg má hava eina mynd. Tær báðar, Bára og Katrin sita og hugna sær í sólini og njóta høvuðsstaðin. Tær brúka sama frisør, og Katrin brúkar bara GHD vørur til hárið. Guð viti hvussu langa tíð tað tekur at seta hatta hárið...
– Eg seti tað sjálv, annaðhvørt slætt ella krúllut, sigur Katrin. Tað tekur hægst 10 min at seta. Nógv vox og hárspray og so er tað ordnað. Bilsin. Eg havi natúrligar krúllur og eri upprunaliga blond. Enn meira bilsin(!). Báðar eru virknar og takast við ymiskt. Bára arbeiðir á Hotel Føroyum, men er ávegis til Mallorca at ferðast saman við familjuni í næstum. Katrin er virkin í nýstovnaða felagsskapinum LGBT Føroyar, og í løtuni brúkar tekur hon myndir fyri Norðurlandahúsið í samband við eina norðurlendska verkætlan. Hon hevur fingið til uppgávu at fanga gøtumótan í Havn. Myndirnar verða vístar fram í Seattle í næstum.
I D
Navn: Bára Eyðunsdóttir Thorsvig & Katrin Bærentsen
Bústaður: Tórshavn
Frisør: Royal Hárfríðkan
Hár vørur GHD - vox, hárspray og saltvatnsspray
Tá ið eg í dag vitjaði heimasíðuna refinery29.com, rakti eg…
Seglloftið á Tvøroyri bjóðar til marknaðardag komandi leygardag, tá ið…