So hava føroyingar umsíðir fingið møguleikan at keypa vørur frá manninum, sum av Vogue varð doyptur faðirin at “beach” hár.
Kevin Murphy er ein tann mest umbidni stylisturin í heiminum. Hann hevur staðið aftanfyri eina ørgrynnu av mótamyndum, sum eitt nú eru tiknar fyri Vogue, Victoria’s Secret og øðrum heimskendum nøvnum.
Hann er eisini kendur fyri at verða faðirin at lookinum “beach-hair”.
Kevin Murphy hevur eina ørgrynnu av hárvørum, sum eru gjørd úr umhvørvisvinarligum evnum, og hann marknaðarførir eisini sínar vørur sum grønar vørur. Haraftrat verður partur av vinninginum av hvørjari seldari vøru latin umhvørvisfyritøkum.
Nú eru hesar vørurnar komnar til Føroya, og eg má bara staðfesta, at eg sjálv eri ein stórur fjeppari av Kevin Murphy og hansara vørum.
Hann er veruliga faðirin at beach hárinum, tí hansara vøra Hair Resort gevur tær lætt og skjótt tað perfekta beach hárið. Tað einasta tú skalt gera er, at koyra Hair Resort í hendurnar og lyfta tað upp í hárið, og so fært tú beach hár.
Haraftrat hevur hann gjørt eitt pulvur, sum er alternativið til kambin og hársprayið. Ert tú ein teirra, sum gjarna vil hava stórt hár, so er eingin betri loysn enn pulvurið frá Kevin
Murphy.
Eg vil helst hava stórt hár, og havi í mong ár nýtt kambin og eina rúgvu av hársprayið til hetta. Fyri stuttum fekk eg so hendur á pulvurið frá Kevin Murphy, og má bara staðfesta, at hársprayði er ein farin tíð! Tað er uttan iva tann lættasta loysnin til at fáa stórt hár. Tú skalt einans koyra eitt sindur av pulvurið í botnin, ruspa tað til, og so er hárið stórt!
Kevin Murphy hevur shampoo og balsam og eina rúgvu av øðrum vørum, sum lætt geva tær júst tað hárið tú vilt hava.
Vørurnar kunnu keypast hjá Royal Hárfríðkan, sum hevur fingið einarætt uppá hesar vørur í Føroyum.