Nú veturin nærkast hava Reyða Kross handlarnir í Havn og í Vági heit og lekkir endurnýtsluklæðir at selja. Her eru troyggjur, jakkar, frakkar, turrukløð og húgvir.
Fía Niclasen hevur aftur verið úti saman við sjálvbodnum føroyskum modellum og tikið myndir.
Tey, ið arbeiða í Reyða Kross handlunum, eru øll sjálvboðin. Inntøkurnar frá endurnýtsluhandlunum fara til hjálpararbeiði hjá Reyða Krossi Føroya.
--
Upplatingartíðirnar í Reyða Kross handlinum á Bryggjubakka 10 í Havn eru týsdag-fríggjadag kl. 13.30-17.30 og leygardag kl. 11.00-14.00. Reyði Kross handilin á Vágsvegi 74 í Vági er opin mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 14.00-17.30 og leygardag kl. 11.00-14.00.