Indiánamóti

Deil á Facebook
Hósdagur 18. august 2011 - 08:00

Vit hava sæð fitt av indiánaíblástri í mótamyndini seinastu tíðina, og rákið er framvegis at síggja.

Eg kom í dag fram á hesar myndirnar, sum eru partur av lýsingaherferðini hjá merkinum Spell & The Gypsy Collective fyri næsta summar.

Indiánaíblásturin er sjónskur í allari myndarøðini, bæði tá ið hugt verður eftir klæðum, prýðislutum og andlitssmyrsli.

Mær dámar væl myndirnar. Umframt at mær dámar væl klæðini og prýðislutirnar, haldi eg umhvørvið og huglagið vera ónatúrliga vøkur.

Sí alla lýsingaherferðina á blogginum hjá merkinum. Vitja bloggin her.


Elin Christiansen
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Armbond til kvinnur…

Tá ið eg í dag vitjaði heimasíðuna refinery29.com, rakti eg…

Víðar buksur aftur…

Víðar buksur eru eitt rák, sum setur sín dám á…

Marknaðardagur á Tvøroyri...

Seglloftið á Tvøroyri bjóðar til marknaðardag komandi leygardag, tá ið…