Klædnaskápið: Hanus Samró

Deil á Facebook
Týsdagur 10. mai 2011 - 12:51

Fyri tíðina royni eg at skifta í millum lumberjack stílin, ið er ein ráður stílur við stivlum, slitnum kowboybuksum, ternuttum skjúrtum og leðurjakka og einum “japanskum” stíli við t-shirtum við figurum á, sneakers/converse skóm og slim buksum, sigur Hanus Samró.

Hanus Samró er 23 ár, og ein ógvuliga upptikin maður. Hann er lesandi á Fróðskaparsetrinum. Samstundis er hann formaður í HUXA, sum er ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum, og stovnari og parteigari av Sp/f Ó.

Ein stórur partur av frítíðini hjá Hanus fer til skriving og lesing, men í seinastuni hevur hann nýtt nógva orku uppá at stovna eina fyritøku saman við vinmanninum, Rógva Mikkelsen.

Harafturat verða nógvir tímar brúktir uppá Manchester United. Stutta av tí langa man vera, at honum dámar væl at verða kreativur.

-Eg havi aldri hugsað um lívið sum litir, men um tað skuldi verið ein litir, ið lýsir lyndið, má tað vera ein samanblanding av øllum teimum bjørtu litinum, ið finnast, staðfestir Hanus Samró.


Kidrobot t-shirt
Eg keypti t-shirtina, tá ið eg var á politiskum ørindum í London. Eg síggi meg sjálvan í persóninum, tí hóast hann er kongurin í ringinum, so er hann ikki nøgdur við, at hann vann í 2. Umfari. :)

Eyðkendir stivlarnir
Eg keypti stivlarnir somuleiðis í London. Eg hevði leitað leingið eftir boots, men teir kostaðu allastaðni millum 150 og 250 pund. Ein genta, ið eg gekk í flokki saman við í Hollandi, og er búsitandi í Onglandi, kom á vitjan í London. Hon vísti mær ein genialan og bíligan handil. Skógvarnir kostaðu 15 pund, so eg gjørdi kuppið.

Mammusa troyggju
Mammusa matur er altíð best, plagar man at siga. Men Hanus heldur, at mammusa troyggjur eisini eru best.

Eg eri ógvuliga hugtikin av flower-power rørsluni, tí at hon varð skapt av ungdóminum, so eg bað mammu binda mær tvær troyggju. Eg kann ikki taka dagar í millum tær, so eg verið noyddur at nevna báðar.

 


Barbara Holm
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Armbond til kvinnur…

Tá ið eg í dag vitjaði heimasíðuna refinery29.com, rakti eg…

Víðar buksur aftur…

Víðar buksur eru eitt rák, sum setur sín dám á…

Marknaðardagur á Tvøroyri...

Seglloftið á Tvøroyri bjóðar til marknaðardag komandi leygardag, tá ið…