Tó at hetta kanska ikki er tíðin til tess, havi eg seinastu tíðina verið púra burtur í knæsíðum leðurniðurdeilum. Eg havi borið eygað við teir ymsastaðni á Netinum, og eg havi hildið teir verið avbera vakrar. Eg haldi, at teir hóska serliga væl saman við djóraprentsskóm - sí tvey dømi um hetta á myndini omanfyri.
Myndirnar omanfyri eru av ávikavist danska mótablogginum The Style Cavalry og amerikanska gøtumótablogginum The Sartorialist.