Síðan hon í 2008 gav út fløguna 'The Fame', sum er seld í ikki færri enn 12 mió. eintøkum, hevur songkvinnan Lady Gaga lagt tónleikaheimin fyri føtur sínar.
Nú kemur eisini lítlasystir Lady Gaga, Natali Germanotta, sær fram - tó ikki sum tónleikari, men sum sniðgevi. Natali Germanotta er í løtuni undir sniðgevaútbúgving á viðurkenda Parsons-skúlanum í New York. Hennara stílur verður, eins og tann hjá systrini, lýstur sum ráur og provokerandi.
Spennandi verður at síggja, um Natali Germanotta megnar at seta eins stóran dám á mótamyndina, og systirin hevur sett á tónleikamyndina. Livst, so spyrst.
Sí Germanotta-systrarnar omanfyri.
Tá ið eg í dag vitjaði heimasíðuna refinery29.com, rakti eg…
Seglloftið á Tvøroyri bjóðar til marknaðardag komandi leygardag, tá ið…