Ein litur, sum verður nógv at síggja í mótanum í vetur, er brúnt. Vit síggja serliga ymiskar brúnar tónar verða samansettar.
Eitt dømi um brúna rákið síggja vit á myndini omanfyri. Myndin er av sýningini hjá Hermés fyri heystið og veturin 2011.
Tá ið kolleksjónin hjá Hermés varð framsýnd í París í mars í ár, taldist brúnt millum afturvendandi litirnar. Aðrir litir vóru tó eisini at síggja - eitt nú hvítt, svart og grátt.
Mær dámar væl, at ymiskir brúnir tónar verða samansettir; men kolleksjónin vísir eisini, at brúni liturin hóskar sera væl saman við gráum.
Sí fleiri dømi um vøkru samansetingarnar her.
Tá ið eg í dag vitjaði heimasíðuna refinery29.com, rakti eg…
Seglloftið á Tvøroyri bjóðar til marknaðardag komandi leygardag, tá ið…