Litríkir mannfólkaskógvar

Deil á Facebook
Mikudagur 17. august 2011 - 16:00

Tá eg í dag vitjaði mótabloggin jakandjil.com, rakti eg m.a. við nakrar litríkar mannfólkaskógvar. Skógvarnar eru heldur øðrvísi enn teir, sum vit vanliga síggja her heima; men hetta ger teir ikki minni vakrar.

Skógvarnir kunnu tykjast eitt sindur ómodernaðir, men hesin bloggurin hevur - um nakar - fingurin á pulsinum, tá ið ræður um tað, sum rørist seg í mótanum beint nú. Skógvarnir eru tí bæði smartir og tíðarhóskandi.

Eg kenni neyvan nógv mannfólk, sum høvdu farið í einar gular skógvar; men skógvar sum hesir høvdu eftir mínum tykki verið eitt frískligt ískoyti til klædnasett flest.


Elin Christiansen
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Armbond til kvinnur…

Tá ið eg í dag vitjaði heimasíðuna refinery29.com, rakti eg…

Víðar buksur aftur…

Víðar buksur eru eitt rák, sum setur sín dám á…

Marknaðardagur á Tvøroyri...

Seglloftið á Tvøroyri bjóðar til marknaðardag komandi leygardag, tá ið…