Marknaðardagur á Tvøroyri

Deil á Facebook
Fríggjadagur 26. august 2011 - 06:00

Seglloftið á Tvøroyri bjóðar til marknaðardag komandi leygardag, tá ið eitt nú suðuroyingar fáa høvið at selja gomul klæði, prýðislutir, húsbrúk og annað.

-Hava tit lutir har heima, sum tit vilja sleppa av við, so kunnu tit keypa eitt borð fyri Kr. 100,- og sleppa at vera handilsfólk eina løtu.
Og um tit ikki tíma tað, eru tit vælkomin á gátt og kanska finna ein lut, sum tit hava leitað eftir. Har verður óivað nógv at velja ímillum, sigur Anna Kirstin Thomsen, fyrireikari.

Hon boðar samstundis frá, at Seglloftið á Tvøroyri ætlar framyvir at skipa fyri slíkum marknaðardøgum fleiri ferðir um árið.

Hetta er eitt frálíkt høvi hjá suðuroyingum at sleppa sær av við gomul ting, og møguliga vinna nakrar krónur.


Barbara Holm
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Armbond til kvinnur…

Tá ið eg í dag vitjaði heimasíðuna refinery29.com, rakti eg…

Víðar buksur aftur…

Víðar buksur eru eitt rák, sum setur sín dám á…

Neglalakk í kuldaskápið...

Plagg prei. Hevur tú neglalakk standandi leingi, kunnu klumpar koma…