Mín handil – 2U í Klaksvík

Deil á Facebook
Mikudagur 30. mars 2011 - 14:21

Nýggjur táttur á Plagg eitur Mín Handil. Tann fyrsti handilin er 2U úr Klaksvík. Teigurin verður skipaður á tann hátt, at eigarin av handlinum, ella okkurt starvsfólk, tekur ella finnur fram nakrar myndir av vørum, sum eru at fáa í handlinum beint nú. Talan skal vera um vørur, sum eru nýggjar og væl umtóktar.

Handilin 2U á Stangavegi 92 er ein av smartastu klædnahandlum í Klaksvík. Tað er Bergtóra Óladóttir Poulsen, sum eigur handilin, og hon hevur funnið nakrar vørur fram.

Trýstið á myndirnar niðanfyri fyri at gera tær størri, og les myndatekstin til einstøku vørurnarnar.

TÚ KANST VERA VIÐ
Um tú ert klædnahandilseigari, kanst tú gera sum Bergtóra. Tak nakrar myndir av nøkrum nýggjum vørum – kanska einar 5 til 10 myndir - skriva eitt sindur um vørurnar í einum telduposti, og send myndir og tekst til:

plagg.portal@gmail.com

Tú kanst eisini taka eina mynd av sjálvum handlinum, og senda hana saman við hinum.

Tað er ikki vist, at vit brúka allar myndirnar, og tað kunnu ganga nakrir dagar og enntá vikur, áðrenn tín handil verður umrøddur.

V.h.
Redaktiónin á Plagg


Leif Láadal-
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Armbond til kvinnur…

Tá ið eg í dag vitjaði heimasíðuna refinery29.com, rakti eg…

Víðar buksur aftur…

Víðar buksur eru eitt rák, sum setur sín dám á…

Marknaðardagur á Tvøroyri...

Seglloftið á Tvøroyri bjóðar til marknaðardag komandi leygardag, tá ið…