Alt, eg minnist, hevur mær dámt væl stórar T-shirt'ir við prenti á – kanska serliga tí at tær eru so góðar at vera í.
Klæði við íblástri frá ítróttarklæðum eru nógv at síggja í mótamyndini beint nú, og við tí í huga keypti eg mær herfyri T-shirt'ina frá Adidas, sum vit síggja á myndini omanfyri.
Tú kanst seta oversize T-shirt'ir saman við nærum øllum; men mær dámar best at vera í teimum saman við einum smølum cowboy-buksum og einum góðum vetrarskóm. Av tí at T-shirt'irnar eru heldur maskulinar, er ráðiligt at skapa eitt feminint mótspæl við onkrum hóskandi prýðislutum.
Buksurnar á myndini omanfyri eru frá merkinum 7 For All Mankind, stivlarnir eru frá Jimmy Choo, og armbondini eru frá ávikavist Alexander McQueen og Philippe Audibert.