Tá ið um tilfar til prýðislutir ræður, dámar mær í løtuni best træ og leður. Júst tilfarið var eisini ein orsøkunum til, at eg í dag keypti mær eitt armband. Ein onnur orsøk var, at 15 av teimum 30 krónunum, sum armbandið kostaði, fóru óskerdar til gransking í hjartasjúkum hjá kvinnum.
Sí nýggja armbandið, sum er frá danska Hjartafelagnum, saman við nøkrum av mínum 'gomlu' træ- og leðurprýðislutum omanfyri. Leðurarmbandið keypti eg í Klivanum herfyri fyri 600 kr., ringurin er av Mallorca, og hini perluarmbondini eru øll keypt í H&M.
Sambært heimasíðuni elskhjertet.dk fáast armbondini í Matas-handlum; men eg veit ikki, um tey eisini fáast í Matas í Føroyum. Tú kanst eisini keypa armbandið um heimasíðuna www.elskhjertet.dk.
Tá ið eg í dag vitjaði heimasíðuna refinery29.com, rakti eg…
Seglloftið á Tvøroyri bjóðar til marknaðardag komandi leygardag, tá ið…