Rokaligt hár og gylt andlitssmyrsl

Deil á Facebook
Sunnudagur 21. august 2011 - 07:39

Nú veturin stundar til, fara vit at síggja alt meira til heitar litir í mótanum – eisini sminkumótanum.

Vit sóu eitt vakurt dømi um heitar litir, tá ið kolleksjónin hjá amerikanska merkinum Rodarte fyri heystið og veturin 2011 varð framsýnd í New York fyri góðum hálvum ári síðan.

Eygu, varrar og negl vóru øll prýdd við heitum gulum litum, sum m.a. verða róptir sólsetursgulir. Hóast liturin í sjálvum sær er eitt sindur øðrvísi enn tað, sum vit vanliga síggja, tá ið um sminku ræður, er endaliga úrslitið einfalt og vakurt.

Saman við gylta andlitssmyrslinum var hárið á modellunum rokaligt og onkursvegna tilvildarligt undir sýningini. Hetta hóskar eftir mínum tykki sera væl til einfalda andlitssmyrslið.

Sí tvær myndir av sýningini omanfyri. Sí fleiri myndir her.


Elin Christiansen
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Armbond til kvinnur…

Tá ið eg í dag vitjaði heimasíðuna refinery29.com, rakti eg…

Víðar buksur aftur…

Víðar buksur eru eitt rák, sum setur sín dám á…

Marknaðardagur á Tvøroyri...

Seglloftið á Tvøroyri bjóðar til marknaðardag komandi leygardag, tá ið…