Skák lekkur í Vágsbotni

Deil á Facebook
Hósdagur 2. juni 2011 - 09:29

Ung í Reyða Krossi í Føroyum fara í næstum at skipa fyri einum tiltaki, ið hevur fingið heitið Klæðir Uppá Skák. Klæðir uppá skák eru øðrvísi, feit endurnýtsluklæðir, siga fyrireikararnir.

Tiltakið byrjar týsdagin 5. juli, og verður í tríggjar vikur í Reyða Kross handlinum á Bryggjubakka.

Men tú kanst fáa eitt ”kikk” inn í hendan skáka heim longu á Mentanarnáttini, fríggjadagin 3.juni frá 18 til 24. Ung í Reyða Krossi, URK, vísa hendan mótan fram í einum bási niðri í Vágsbotni við Nólsoyar Páll standmyndina. Tiltakið Mentanarnáttina verður rópt ‘Klæðir á skák – the light edition”. Har verður bæði møguleiki at síggja á skák klæðnastílin, sum tey fara at selja í summar, og keypa sær klædnapløgg.

Klæðini eru sera bílig hetta kvøldið - allir prísarnir liggja millum 10 kr og 100 kr, siga fyrireikararnir.

Niðanfyri er ein myndarøð, sum stigtakararnir hava gjørt. Trýstið á myndirnar fyri at gera tær størri.


Leif Láadal-
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Armbond til kvinnur…

Tá ið eg í dag vitjaði heimasíðuna refinery29.com, rakti eg…

Víðar buksur aftur…

Víðar buksur eru eitt rák, sum setur sín dám á…

Marknaðardagur á Tvøroyri...

Seglloftið á Tvøroyri bjóðar til marknaðardag komandi leygardag, tá ið…