Sterkir litir hava verið ein stórur partur av sminkumótanum í summar, og í tí samband hava nøkur heldur øðrvísi rák verið at sæð.
Eg rakti í dag við hesa myndina á mótablogginum Fashion Gone Rogue og helt hetta vera løgnasta andlitssmyrsl, eg havi borið eyga við í langa tíð. Eg dugi ikki at ímynda mær, at vit fara at síggja nógv til, at eygu verða smurd tvílitt; men tað er royndur lutur, at tú í mótasamanhangi ongantíð eigur at siga ongantíð.
Hetta sær í so hvussu er heilt skeivt út í mínum eygum, og tað verður seinur dagur, at eg royni nakað, sum bara minnir um.
Myndin er liður í eini myndarøð í septemburútgávuni av franska Vogue. Sí myndarøðina her.
Tá ið eg í dag vitjaði heimasíðuna refinery29.com, rakti eg…
Seglloftið á Tvøroyri bjóðar til marknaðardag komandi leygardag, tá ið…