ÚR KLÆDNASKÁPINUM: Páll Oddur

Deil á Facebook
Mánadagur 2. mai 2011 - 22:16

-Mær dámar væl vanlig klassisk klæði, ið hava óvanligar smálutir. Eitt nú
elski eg jakkar, har sniðgevin hevur hugsað seg væl um, tá viðkomandi hevur sniðgevið
knapparnar. Soleiðis sigur 28 ára gamli Páll Oddur Lamain Rubeksen, frá bólkinum Páll Finnur Páll.

Umframt at verða poppstjørna, lesur Páll Oddur eisini búskap á Copenhagen Business School, og júst hetta ger, at Páll Oddur er umgirdur av mótakønum ungum dønum, sum dagliga veitra við sínum smartu klæðum.

Hetta hevur tó ikki smittað av upp á Páll Odd, hoást honum dámar væl merkisklæðir.

-Tá eg keypi klæðir, hyggi eg ikki eftir prísinum. Eg keypi tað, sum eg haldi vera
pent til mín, og tað vísir seg næstan altíð at verða klæðir í tí hægra prísklassanum. So við tíðini havi eg fingið ein kærleika til nøkur klædnamerkir, sigur Páll Oddur Rubeksen. 

Endurnýtsla og útsøla tiltala ikki sangaran, sum heldur tað mest av øllum minna um deyðsbúgv.

-Klædnaútsølur dámar mær als ikki. Har eru ov nógv tilvildarlig klæðir, og allar tær
góðu støddirnar eru farnar. Eg fái eina kenslu av endurnýtlu, tá eg hoyra
orðið ”útsøla”- Ikki tí at endurnýtla er av tí ónda, tvørtur ímóti, men tað er ikki
akkurát eg. Tað er eins og onkur selur út av einum deyðsbúgvi, sigur Páll Oddur.

Páll Oddur heldur, at smálutir hava alt at siga, tí einki er so niðurgerandi
ímóti einum jakka, sum tá ið knapparnir eru púra vanligir og einki sigandi.
-Um eg var ein jakki og skuldi velja mær ein lit, so hevði eg sæð út sum myndin av tí bláa jakkanum, sigur Páll Oddur. 

GUCCI SÒLBRILLUR
Eg býtu mín góða Ipod um við hasar konufólkasólbrillurnar fyri ikki so langari tíð
síðani. Frammanundan átti eg einar líknandi Gucci brillur, men gloymdi tær tíanverri
í einum av almennu bussunum í Keypmannahavn. So onkur hevur gjørt kvettið. Eg unni
honum/henni tær væl, tí tær vóru ordiliga lekrar.
Eg haldi, at tað er týdningarmikið at eiga einar góðar sólbrillur. Um man vil síggja gott út,
ella bara halda eitt sindur av frástøðu til fólk, so er gott at lata seg í tær.
BURBERRY JAKKI
Hendan jakkan spardi eg veruliga upp til. Eg fall pladask fyri honum fyri nøkrum árum síðani. Eg gekk fleiri ferðir inn í handilin fyri at royna hann, og bleiv meira og meira glaður fyri hann. Hetta er
nokk tað keypið, sum eg havi brúkt mest tíð uppá, áðrenn eg tók avgerð.

Knapparnir eru stórir og vakrir, hann er gjørdur úr onkrum tilfari, ið skyggir í
ljósinum og innan er hann av lilla silki.
HOLLAND ESQUIRE BLAZER JAKKI
Hendan jakkan brúki eg dagliga. Jakkin er handgjørdur, og einans framleiddur í
nøkrum fáum eintøkum.

Hetta er yndismerkið hjá Liam Gallagher, ið var sangari í tónleikabólkinum Oasis. Nú
hann er ein, ið eg havi lurtað nógv eftir, kannaði eg um mann kundi keypa klæðini í
Keypmannahavn. Eg fann útav, at ein handil, ið nevnist Mentor, sum liggur á eini
síðugøtu til Strøget, seldi hann. Eg fall beinanvegin fyri jakkanum, og kundi ikki gera annað
enn at keypa hann. Mynstrið er ótrúliga vakurt, knapparnir rigga ordiliga væl, og
ikki at gloyma innara síðan er væl gjøgnumhugsað, har tilfarið er av grønum silki og
ermarnar av ljósareyðum silki. 

Einki at ivast í, at Páll Oddur Rubeksen er ein tilvitaður mótamaður, sum sanniliga hevur pláss í skápinum fyri fínaru merkjum sum Burberry og Gucci ! 


Barbara Holm
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Armbond til kvinnur…

Tá ið eg í dag vitjaði heimasíðuna refinery29.com, rakti eg…

Víðar buksur aftur…

Víðar buksur eru eitt rák, sum setur sín dám á…

Marknaðardagur á Tvøroyri...

Seglloftið á Tvøroyri bjóðar til marknaðardag komandi leygardag, tá ið…