-Eg elski sól og alt sum fylgir við summarinum. Serstakliga summarið í Føroyum er frálíkt, og gevur einum veruliga mót uppá lívið.
24-ára gamla Barbara er ein frískur várvindur nú summarið nærkast. Við vakra ljósa hárinum og bláu eygunum er freistandi at kalla hana Barbie; men við einum rokkarastíli, verður eyðkenda dukkan ein onnur meira rá útgáva.
Barbara skrivar sjálv fyri Plagg, men hesaferð skriva vit um hana.
Hon býr í Danmark í løtuni, har hon er farin undir lesna. Í trý ár hevur hon virkað sum journalistur í Miðlahúsinum, og er framvegis knýtt at húsinum í ein ávísan mun.
REYTT EKSPERIMENT
Tað var ikki lætt at velja júst trý pløgg. -Í løtuni eri eg ótrúliga glað fyri ein reyðan jakka, sum eg havi keypt í H&M. Tað er ein stuttur klædningsjakki, sum situr at. Hann er ógvuliga summarsligur, og eg haldi hann frískar mítt gerandislook upp. Eg elski at eksperimentera, tá ið umræður klæðir og móta. Mín stílur broytist sum vindurin blæsur.
WEAR LEATHER!
Her er eingin ivi. Barbara elskar leður. - Óansæð hvat eg lati meg í, so haldi eg leðurleggings hóska til. Eg eri fullkomiliga forelskað í leður og leðurlíknandi leggings, og eg seti tað saman við nærum øllum.
FJARÐAR UM OYRINI
Barbara hevur nýliga funnið sínar higartil størstu oyraringar við fjaðrum í hjá Gina Tricot. -Altso eg elski accessories, og jú størri, jú betri! Tí eri eg eisini fallin fyri hesum svørtu oyraringunum við fjaðrum í. Fjarðar eru IN í hesum døgum, og serstakliga oyraringar við fjaðrum í eru væl umtóktir.
Barbara kundi nevnt túsund onnur ting, tí hon elskar at shoppa og at royna nýggjar stílar. –Mær dármar best rokkarastílin, sum eg altíð vendi aftur til. Tó er altíð pláss fyri øðrum stílum í klædnaskápinum, sigur Barbara at enda.
Takk fyri Barbara og góða eydnu við lesnaðinum. Vit vóna at summarið fer at rokka!
Tá ið eg í dag vitjaði heimasíðuna refinery29.com, rakti eg…
Seglloftið á Tvøroyri bjóðar til marknaðardag komandi leygardag, tá ið…