Hon ivast eina løtu tá eg spyrji hana, um hon vil leggja andilt til Úr skápinum hesaferð. –Eg skal hugsa um tað, og sigi tær frá innan fríggjadagin. Brynhild Høgnadóttir er ein kvinna, ið umhugsar væl allar avgerðir í sínum lívi. Her er eingin tilvild; hon er ein tilvitað og sera væl umhugsað kvinna.
Hon er samstundis ein teirra, sum fær okkum at undrast. Hon sær altíð gott út! Eisini tá øll onnur ganga við morgunhári og ringum anda. Brynhild’sa morgunhár riggar bara altið – hon sær út sum ein millión, hóast hon heilt greitt ikki vil vera ein slík, sum luktar av pengum. Í hennara klædnaskápi liggja fleiri dýrgripir, nógvir hava ligið leingi. Eitt nú tann hálvt-hundrað ára gamli sera eleganti svarti kjólin frá ommuni.
Trívist í ull og sólbrillum
Brynhild er verkfrøðingur og starvast í BankNordik. Tá hon ikki arbeiðir, fer tíðin til húskið, men eisini til at renna, svimja, lesa og alt møguligt annað. Í klæðum dámar henni tað klassiska, sum heldur í longdini. Skuldi hon verið ein litur, var tað blátt - í øllum avbrigdum.
STÓRAR SÓLBRILLUR
-Ljósið í Føroyum er sterkt summar og vetur, og við mínum ljósviðkvomu eygum eri eg íðin brúkari av sólbrillum - stórum sólbrillum. Tí er tað kærkomið, at tær eru at fáa bíliga. Tær dýru hava somu veiku liðini, og eg síggi ikki stórvegis mun. Hesar eru keyptar frá einum gøtuseljara.
ULLINTA YNDISTROYGGJAN
-Eisini hitin í Føroyum er rættiliga støðugur. Man tað vera nógva aðra staðni í heiminum, at eftirspurningurin eftir sólbrillum og ullvøru er alt árið? Eg trívist í ull, og hesi føroysku gráu troyggjuni havi eg búð í seinasta árið. Eitt blaðungt hjálparfólk í okkara barnagarði, Turið Jacobsen, hevur sjálv sniðgivið og bundið.
LÍTLI SVARTI
-Hendan svarta kjólan arvaði eg frá ommu míni - giti, at hann er eini 50 ára gamal. Eg havi arvað onnur pløgg frá henni eisini, sum eg framvegis haldi vera tíðarhóskandi. Hesin er skraddaraseymaður og við belti, og eg haldi hann vera heilt framúr. Hann er flottur uttan at vera prangandi. Einasti vansin er, at hann situr so tætt, at tað illa ber til at dansa í honum. Onkuntíð er hann skrædnaður av tí sama.
Vit takka Brynhild mangar ferðir, og ynskja henni góða eydnu á lívsins leið.
Tá ið eg í dag vitjaði heimasíðuna refinery29.com, rakti eg…
Seglloftið á Tvøroyri bjóðar til marknaðardag komandi leygardag, tá ið…