Green green grass… Sangur er hennara stóra passión. 18 ára gomul flutti Eyð Svøríkis. Har lærdi hon m.a. sang, sjónleik, ballet, step og jazzdans á Balettakademien í Gøteborg. Síðani hevur hon arbeitt sum showartistur í Turkalandi og Teilandi. Seinastu tvey árini hevur hon búleikast í Keypmannahavn, men nú gleðir hon seg til at flyta heimaftur í summar.
-Tað er líka hugtakandi hvørt summar at koma heim til Føroyar og verða møtt av hesum vakra grøna litinum, ið ikki er eins grønur nakra aðrastaðni í heiminum. Um eg var ein litur, so var eg grøn! Mær dámar nógvar litir, men skal eg velja millum fleiri, so velji eg altíð ta grøna! Eg elski grønt í øllum nuansum.
Eingin grá mús
Góðska, snið og tilfar hevur meira at siga enn merkið. - Tað hevur nógv at siga, hvussu klæðini sita, um tey hóska til mín í liti og skapi, og hvussu tey kennast at kroppinum. Diktaturstýrdi mótaheimurin stressar meg, men eg elski at ferðast og dámi væl at ogna mær nøkur sermerkt og annarleiðis pløgg úr øðrum londum og mentanum. Eyð hevur ein serligan veikleika tá hon sær sermerktar kjólar og buksidraktir.
-Eg vil ikki siga, at eg havi ein ávísan stíl. Mær dámar væl ein blanding av tí ráða og tí feminina, og so má tað gjarna vera litfagurt við sprelli í. Mær dámar eisini róligar litir, men eri ikki typan, ið gongur í gráum, beige og svørtum hvønn dag.
Rützou kjólan keypti eg í SMS tá eg var við barn, men havi brúkt hann eins nógv aftaná.
Hann er super lekkur at vera í, og prýðislutirnir á bringuni gera, at tær ikki nýtist nógv annað.
Leðurjakkin er frá Topshop - Kate Moss - og er eitt av mínum yndispløggum. Eg keypti hann í Keypmannahavn í 2007, og havi brúkt hann dúgliga síðani.
Vintagekjólin: Hendan kjólan havi eg fingið frá sjeikinum. Hann er keyptur í einum vintage handli í Keypmannahavn, ið kallast Glam. Mær dámar so sera væl at hann er opin í rygginum, og at hann er so romantiskur.
Taskan: Tann lítla fitta taskan er ein Valentines gáva úr London.
Tá ið eg í dag vitjaði heimasíðuna refinery29.com, rakti eg…
Seglloftið á Tvøroyri bjóðar til marknaðardag komandi leygardag, tá ið…