Hon hevur altíð fleiri jørn í eldinum samstundis, og trívist best soleiðis. Hóast almenna virksemið setur sín dám á klædnaskápið, hevur Helena Dam á Neystabø sín egna stíl.
-Tá ið eg ongantíð á morgni veit, um eg seinni á degnum endi í onkrum almennum høpi, t.d. í sjónvarpinum, so má eg hugsa eitt sindur um, hvat eg lati meg í. Tað hoyrir nokk til at vera almennur persónur.
Helenu dámar væl litir og eigur nógv varandi pløgg í skápinum.
–Eg haldi tað er stuttligt at keypa klæðir í endurnýtslu handlum. Tá finni eg ofta slíkt, sum ikki øll brúka, júst tá. Til dømis havi eg keypt onkrar frakkar í endurnýtsluhandlum og veitsluskjúrtið, sum eg var í til Javna-veitsluna leygarkvøldið, er úr einum second hand.
Og Helena letur væl at veitsluni.
-Tílíka gleði finnur tú bara har, sum fólk veruliga eru fyri stórum avbjóðingum og skulu standa sína roynd hvønn dag.
Mammusa broderí
-Mær dámar væl litir, og eg leggi ikki so nógv í svartar klædningar. Mær dámar væl at goyma pløgg burtur, sum eg havi trivist í, og so at taka tey fram aftur eftir nøkur ár. Til dømis broderaði mamma mín ein kjóla fyri nógvum, nógvum árum síðani til mín. Hann havi eg funnið fram aftur og brúki hann ofta. Til dømis tá ið eg skuldi seta eina framsýning í Mullers pakkhúsi um broderí sum listagrein, sigur Helena.
Mostursa silkilín
-Eg brúki ofta míni føroysku klæðir til almenn høvi. Seinast tá ið eg var í London og helt flagdagsrøðu har. Serliga góð eri eg við tað vovna turriklæðið, sum eg havi fingið frá mostur mínari. Hon fekk tað frá ommu míni, sum vav tað, tá ið mostur mín varð fermd. Tað er vovið úr silkilín, og er umframt at vera vakurt, so ótrúliga gott at vera í.
Føroysk nýskapan
Og so eru tað tær báðar Guðrun og Guðrun, sum verulig hava givið føroyskum sniði eitt lyft. Ta seinastu troyggjuna, eg keypti frá teimum, haldi eg vera ógvuliga vakra, fortelur Helenda Dam á Neystabø.
Tá ið eg í dag vitjaði heimasíðuna refinery29.com, rakti eg…
Seglloftið á Tvøroyri bjóðar til marknaðardag komandi leygardag, tá ið…