Tað eru ikki einans tjøldrini, ið klippa hesa ársins tíð. Í hárstovuni Karin’sa ljóma klippini alt árið. Somikið nógv, at eg bert sleppi fram at aftaná eina avlýsing hendan dagin. Vit tosa aftur og fram - og sum vanligt, er altíð forvitnisligt at fáa nýggjasta hár-trendin dagførdan. Vit koma inn á plagg.fo og “úr skápinum”. –Ha? Altso eru tað bert trý pløgg? Hon ivast ikki, men heldur tað vera trupult at velja. –Eg fari at hugsa meg væl um. Karin Sólsker er altíð jalig og dugir at samrøða.
SVARTAKLUKKAN
Sum frisør sær Karin mótan sum eina heild. –Eg standi hvønn dag og sigi øðrum hvussu tey skulu síggja út, og tá kann eg ikki sjálv síggja út sum Harra Guð veit. –Sjálv eri eg ein ordans svartaklukka, og havi altíð trivist best í svørtum. Tað er eisini ein sera praktiskur litur hjá einum frisøri. Lætt er at sletta á seg, og tá er skjótt at lita tey svørtu klæðini aftur, ella tussja við svartari tusj. Karin ansar eisini eftir at klæðini ikki innihalda ov nógva ull. -Tað skal vera lætt at busta hárini burtur.
LEKKUR UM 10 ÁR
Karinsa svarti kjóli er keyptur úr Kjallaranum, og er av merkinum Annhagen. –Eg havi brúkt hann ov nógv nú, og má heldur lata hann hanga í frið í eina tíð. Hesin kjólin er eisini lekkur um 10 ár, so hann tolir væl at hanga eina løtu.
PINK ANTILOPA
Hendan ljósareyða taskan skínur í myrka skápinum. –Hetta er ein taska úr ektaðum antilopuskinni; sniðgivin og framleidd í Afrika. Hendan antilopan hevur ikki latið lív einans fyri taskuna. Sum við ávísum seyði í Føroyum, er alt gagnnýtt og kjøtið etið.
PURE PELS
Svarti pelsurin riggar til næstan alt. -Eg fall fyri teimum reinu linjunum og einfalda sniðinum. Tú sært onga seyming, har eru bert reinar linjur. Karin dámar væl pelsin saman við kovboybuksum. – Og eg føli meg ordiliga fína, tá eg nýti pelsin saman við kjólum ella klædningsbuksum.
Vit takka Karini fyri, at vit fingu høvi at kaga inn í hennara klukkuverð og ynskja henni framhaldandi góða klipping.
Trýstið á myndirnar niðanfyri, fyri at gera tær størri.
Tá ið eg í dag vitjaði heimasíðuna refinery29.com, rakti eg…
Seglloftið á Tvøroyri bjóðar til marknaðardag komandi leygardag, tá ið…