Hendan kvinnan dugir at liva. Eg hugsi hart í telefonini. Eyðkendi láturin frá Katrini ferðast skjótt upp til smílibondini og smitta. Eftir at Katrin í Gongini gjørdi av at selja mótahandilin Klivan í 2005, hevur virkna kvinnan fingið eitt størri eginfrælsi.
–Áh jøsus, eg elski at ferðast, og í des-januar í ár var eg ein heilan mánað í Goa, India. Tað var heilt fantastiskt! Men eg vil ikki vera ov leingi burtur, tí mamma hevur tørv á mær her heima. Katrin dugir at raðfesta; og hóast hon javnan situr omanfyri skýggini, hevur hon bæði beinini á jørðini.
SKULPTUREL KLÆÐIR
-Mótaheimurin hugtekur meg. Nógv tíðartekin liggja í mótanum og eg kann lesa nógv um ein persón, bert við at síggja, hvat viðkomandi er í. Sjálv dámar mær skulpturel klæðir, tvs. klæðir við fokus á form og snið heldur enn litir. Tó so havi eg ofta ein lit við, so sum eitt turriklæð ella eitt hálsprýði, sum setur dám á. Svarta frakkan hevur dóttir mín Barbara í Gongini sniðgivið. Hetta er mín yndisfrakki, greiðir Katrin frá.
BIÐJIKRANSUR ÚR NEPAL
Katrin hevur ferðast nógv í fjareysturi og er hugtikin av buddistisku lívsáskoðanini. Hon íðkar javnan yoga heima við hús, og tibetanska biðikransin hevur hon keypt í Nepal.
–Eg brúki hann sum hálsprýði. Vanliga eru kransarnir gjørdir úr rósintræ, hesin er litað bein við innløgdum steinum og silvuri - íalt 108 perlir, sum hjá Buddistunum er eitt heilagt tal.
3 Í EINUM
Hvíta og reyða turriklæði er keypt í Goa, India.
–Hetta er eitt supertunt turriklæð úr ull, sum bæði kann vera sjal, turriklæð, og niðurdeilur.
Katrin hevur ognað sær fleiri pløgg og lutir úr útlondum. Eitt nú eina silvurhálsketu úr Rajasthan, sum er tiltikið fyri teirra snake silver. Eisini eigur hon eina kurta, sum er vanligur búni hjá monnum í eitt nú India, Nepal og Pakistan.
–Mítt seinasta skógvakeyp vóru einir Surface to Air skógvar - super skógvar!
Vit takka Katrini fyri at vit sluppu at kaga inn í hennara skáp, og ynskja henni framhaldandi góðar ferðir á lívsins leið.
Trýst á myndirnar niðanfyri, fyri at gera tær størri.
Tá ið eg í dag vitjaði heimasíðuna refinery29.com, rakti eg…
Seglloftið á Tvøroyri bjóðar til marknaðardag komandi leygardag, tá ið…