Úr skápinum: Lisa í Dali

Deil á Facebook
Sunnudagur 8. mai 2011 - 07:36

Opin, nærverandi, fangandi og sjarmerandi. Soleiðis lýstu dómararnir millum annað ársins vinnara í singer songwriter kappingini hjá Kafé Kaspar. 24-ára gamla Lisa í Dali arbeiðir á dagstovni, men dylir ikki yvir at tónleikurin fyllir nógv. – Eg elski tónleik og fáist mest við tónleik og sjónleik í frítíðini. Komandi tíðina fer tónleikurin óiva at fylla enn meira, nú eg skal fyrireika meg at spæla á ársins G! Festival, sum eg gleði meg til!

Feminin & ráð
Var eg ein litur, var eg vínreyð. Mín stílur fevnir víða, tí at mítt humør fevnir víða. Men generelt er stílurin hjá mær femininur og ráur. Lisa elskar endurnýtslu og vintage vørur.
– Hóast eg keypi nýggj klæðir av og á, so gangi eg faktiskt bara “shop-amok” tá eg eri í endurnýtslu og vintage handlum. Eg elski at brúka tímar uppá at finna nøkur serlig pløgg sum stava frá einum ávísum ráki og tíð. Í slíkum handlum er eingi mørk fyri, hvat er modernað og ikki, tú kanst finna ALT og sjálv avgera tín egna stíl. Vanligu hópframleiddu klæðini siga Lisu lítið og einki. - Tað kennist ikki sum um mann sjálvur hevur valt klæðini, og kenslan sum eg fái tá eg eri í vintage klæðum, eksisterar ikki við hópframleiddu klæðunum. Harafturat dámar Lisu einki okkara nýtslumentan. - Vit liva í einum samfelag, har vit oyðsla alt ov nógv, so endurnýtsla er ikki einans feitt, tað er neyðugt!

SOFATEPPIÐ
Hendan jakkan havi eg átt í uml. 2 ár, og hann hevur verið nógv brúktur. Hann er keyptur í einum vintage boutique i Reykjavik, ið kallast Gyllti Kotturinn. Hann hóskar sera væl til føroyska veðrið, og tað kann kennast sum um mann liggur á sofuni við einum teppi, meðan mann gongur úti og melur. Lekkurt til ein sløvan dag!

PALLIETT PALLIETT…
Eg havi ein veikleika fyri palliettum. Tá eg keypti hendan jakkan í einum tilvildarligum endurnýtslu handli i Kansas, USA var hann partur av einum stórum svørtum kjóla. Eg havi eina mynd av, at ein ræðuliga kul, stór, svørt amerikonsk madamma hevur átt hann áðrenn eg. So eg fái eina lekkra kenslu, tá eg eri í honum, tí eg hugsi um hesa kulu madammuna, hehe. Seinast eg brúkti hann var á nýggjárinum.

BEYOND RETRO
Nú er tað so, at eg keypi næstan bara klæðir uttanlands, og hesa blusuna havi eg funnið í ein av mínum yndis vintage handlum, ið kallast Beyond Retro. Hesir handlarnar eru í Stockholm og London. Har mugu tit fara!

KONGABLÁTT 4EVER
Blazarin havi eg funnið í Beyond Retro í Stockholm, og hann er eitt plagg, sum eg ikki klári at liva uttan. Hann kann brúkast til gerandisdagin, kvøldið og náttina. Og so elski eg kongabláa litin!

Vit ynskja Lisu hjartaliga tillukku við sigrinum og góða eydnu á G!


Birita Nolsø
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Armbond til kvinnur…

Tá ið eg í dag vitjaði heimasíðuna refinery29.com, rakti eg…

Víðar buksur aftur…

Víðar buksur eru eitt rák, sum setur sín dám á…

Marknaðardagur á Tvøroyri...

Seglloftið á Tvøroyri bjóðar til marknaðardag komandi leygardag, tá ið…