ÚR SKÁPINUM: LÍV NÆS

Deil á Facebook
Mánadagur 30. mai 2011 - 09:00

Somewhere over the rainbow. Lív Næs er við. Og tað er við sannari gleði og smittandi smíli at virkni fuglfirðingurin livur. Hon er ein ælabogagenta í orðsins rætta týdningi. Litføgur og vónrík. Í løtuni lesur hon til lærara, men har er nógv annað, sum hugtekur hana – einamest tónleikurin.

Í 2010 var Lív tilnevnd ársins songkvinna 2010 á Planet Awards. - Eg havi stóran kærleika fyri tónleiki og at framføra. Eg spæli mest fólkatónleik, og í løtuni arbeiði eg við tilfari, sum skal verða á mínari fyrstu solo fløgu. Við hesum tilfari fari eg at framføra við runt um í summar og tað gleði eg meg til. Lív er aktuell við lagnum “Sveimandi”, sum hon og Tróndur Enni hava gjørt saman, lagið er til keyps á Itunes.

Lív klæðir seg eftir veðrinum og alt eftir hvussu lagið er. Í hesari greinini megni eg nokk ikki at halda meg til at einans trý yndis pløgg, tí eg havi altíð ringt við at velja. Persónliga eri eg als ikki afturhaldandi ella smæðin. Mær dámar at royna nýggjar klæðnastílar og at leita eftir vintage klæðum. Men yvirorðna eri eg nokk so “damulig.” Dámi væl at pynta meg og og at eiga okkurt sum onnur ikki eiga.

Summar og sól “kom an” !
Við mínum sigoynarakjóla úr Magasin, mínari ljósareyðu Guðrun og Guðrun troyggju, blusu frá Monki og cowboyjakka frá VeroModa, bjóði eg hervið sólini og summarinum at verða vælkomið. Summarið hjá mær fer aldri framvið uttan kjólar og cowboyjakkar. Sjálvt um tað regnar!

Úr Ungarn til Trend Floor
Leðurjakkin má uttan iva verða mítt besta keyp higartil. Eg fann hann fyri einans 60 kr,- í einari smalari, skumlari síðugøtu í Ungarn fyri nøkrum árum síðani. Vit vóru á námsferð við studentaflokkinum á Kambsdali. Leðurjakkan kann eg brúka til alt. Vanliga eri eg nokk so avslappa ílatin, men feminint. Um eg vil verða eitt sindur “rá” samstundis, kann eg altíð smekka meg í leðurjakkan. Og tað kemur ofta fyri :-) Tann blái frakkin “lifetime collective” er eitt úrslit av væl samanspardum pengum.

Hesin frakkin verður oftast brúktur til tær meira fínu samansetingarnar, ella tá eg skal okkurt serligt ella hampiligt. Men eg kann eisini finna uppá at fara í hann ein vanligan skúladag. Hann er keyptur í Trendfloor í Runavík.

Heldur lítil og sjarmerandi enn stór og provokerandi
Eg eri ca. 1.58 og havi mangan havt kompleksir við mínari hædd, men men -- eg vil siga, at í dag er hobbit kompleksið resa av mær. Eg minnist fyrstu ferð eg fór inn á Hvonn í lágum skóm - tá hevði eg sigrað :-) Eg havi nógvar stillettur í skógvaskápinum, men tær verða alsamt skiftar út við lágskógvakeypum. Eg trívist tó væl bæði í høgum og lágum :-)

Höffner - mítt “accsesorie.”
Onkur kennir seg møguliga naknan uttan húgvu, turriklæði, oyraringar ella tasku. Ta naknu kensluna havi eg uttan mín gittara, sum sjeikurin keypti fyri meg í Frankfurt. Men eg kann jú ikki ganga og hála gittarin við til alt, sum eg fari til, tað hevði nokk verið heldur “awkward”. So jú - sjálvandi dámar mær eisini væl taskur, oyralokkar og hálsketur, eg eri jú ein dama hóast alt. Á myndini síggja tit mínar núverandi yndistaskur og hálsketur. Tann perluta/pailett taskan er keypt í genbrug, og tann brúna leðurtaskan er keypt í HM. Tann eina hálsketan er ein gáva, sum systknabarnið hjá mær hevur keypt í Filipinunum.

“Se min kjole.”
Eg havi ein veikleika fyri kjólum, og tað er trupult at skula velja ein fram um hinar. Men eg eigi m.a ein appelsinlittan bundnan kjóla, ið hevur eitt serligt affektiónsvirði. Mamma mín hevur bundið mær hann at framføra í. Hann er komin mær væl við á leiðini - og so er hann tann einasti av slagnum.


Birita Nolsø
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Armbond til kvinnur…

Tá ið eg í dag vitjaði heimasíðuna refinery29.com, rakti eg…

Víðar buksur aftur…

Víðar buksur eru eitt rák, sum setur sín dám á…

Marknaðardagur á Tvøroyri...

Seglloftið á Tvøroyri bjóðar til marknaðardag komandi leygardag, tá ið…