Maaaah, meinar tú tað, sigur 16 ára gamla Maria Souibes Lamhauge, tá hon verður spurd, um hon vil vera við á Plagg.fo í táttinum Úr skápinum. Sjálvandi vil eg tað, sigur hon strálandi.
Maria gongur á High School í San Diego í California, har hon býr saman við familjuni í eitt ár. Hon stórtrívist í sólini saman við sínum nýggju vinum. Lívið snýr seg í stóran mun um High School veitslur, sweet sixteen føðingardagar og ikki minst stóru Prom veitsluna, sum verður í mai.
Maria hevur 700 krónur at forkela seg fyri um mánaðin.– Eg havi als ikki ráð til at hugsa um merki, tá eg keypi mær klæðir. Eg vil heldur hava fleiri bílig pløgg heldur enn eitt dýrt plagg. Tíbetur eru klæðir bílig her í USA, so eg fái nógv fyri pengarnar.
Mariusa stílur er romantiskt ráur og var hon ein litur, so var hon ljósareyð eins og turriklæðið á myndunum.
Stilettir við stíli
I love stilettos. Kanska tí at eg eri so lítil og gjarna vil vera á hædd við hini, sum eg eri saman við. Men eisini tí, at tað er stuttligt at vera í skóm, sum bróta frá tí , sum tú annars ert í. Eg eri ofta í glitrandi stillettum til einar slitnar kovboybuksur, ella til einar grovar joggingbuksur. Stillettirnar kunnu gera allan munin. Mínar yndisstillettir eru hesar svørtu glitrandi stillettos, sum eg fann í einum outlethandli í Los Angeles til fyrstu High School veitsluna.
Ljósareyða megaturriklæðið
Her í San Diego er ofta heldur heitt, og tú fert í skúla í stuttum kjóla ella í shorts. Allíkavæl dámar mær væl at hava eitt megaturriklæði um hálsin. Aftur her er tað kontrastin, sum eg haldi er stuttlig. Her í USA fái eg ofta at vita, at mín klædnastílur er sera evropeiskur, men tað hóskar sera væl til mín.
Glimmurkjólin
Mín glimmurkjóli er úr H&M og eg keypti hann fyri einum ári síðani til eina veitslu á eftirskúlanum, eg gekk á. Hetta er eitt plagg, sum eg vænti eg fari at brúka í nógv ár framyvir, og tað góða við honum er, at tá eg eri í honum tørvar mær onki annað. Hann er nokk í sjálvum sær.
Vit vóna at Maria fær eina ógloymandi Prom veitslu og takka henni familjuni fyri, at vit kundu kaga inn í hennara amerikanska klædnaskáp.
Tá ið eg í dag vitjaði heimasíðuna refinery29.com, rakti eg…
Seglloftið á Tvøroyri bjóðar til marknaðardag komandi leygardag, tá ið…