Síðsta vetur sóu vit javnan vetrarjakkar við krøgum og hettum, sum vóru prýdd við skinni. Rákið heldur fram í ár.
Hyggja vit at ársins vetrarjakkum, síggja vit alskyns jakkar og frakkar við krøgum og hettum úr djóraskinni. Vit síggja bæði dominerandi og meira neutralt djóraskinn.
Sí fýra dømi um ársins vetrarjakkar omanfyri. Frá vinstru: Neil Barrett, Aquascutum og Altuzarra.
Nógv mótarák eru vøkur heldur enn brúkilig; men soleiðis er ikki við hesum rákinum. Skinnið er heitt og verjir andlitið og hálsin væl ímóti regni og kava; men tað er sanniliga eisini vakurt.
Tá ið eg í dag vitjaði heimasíðuna refinery29.com, rakti eg…
Seglloftið á Tvøroyri bjóðar til marknaðardag komandi leygardag, tá ið…