Nú heystið er komið, og tað so smátt fer at ganga móti vetri, er tíðin búgvin at leita sær tær heitu bundnu troyggjurnar fram. Sum føroyingar kunnu vit fegnast um, at bundnu troyggjurnar aftur í ár verða nógv at síggja í mótamyndini. Vit síggja tær í alskyns litum, sniðum og mynstrum; men ein avslappaður, gerandisligur dámur gongur aftur.
Mær hevur altíð dámt sera væl troyggjur sum ta á stóru myndini omanfyri; men mær dámar eisini væl tjúkkar, stríputar troyggjur.
Vantar tær eina troyggju til veturin, ber sjálvandi til at finna eina í onkrum handli; men ein annar møguleiki er at binda eina sjálv/-ur.
Sí fimm troyggjur, sum eg haldi vera avbera vakrar, omanfyri. Var eg ein dugnaligur bindari, hevði eg avgjørt farið í holt við at bundið eina, sum minti um onkra teirra.
Tá ið eg í dag vitjaði heimasíðuna refinery29.com, rakti eg…
Seglloftið á Tvøroyri bjóðar til marknaðardag komandi leygardag, tá ið…