Víðar buksur eru eitt rák, sum setur sín dám á mótapallin í løtuni.
Seinnu árini hava vit sæð sera nógv til heilt smalar buksur; men nú bendir nógv á, at víðari buksur aftur verða nógv at síggja.
Av kolleksjónum, sum endurspegla skifta rákið, kunnu nevnast tær hjá merkjum sum Derek Lam, Acne, Stella McCartney og Peter Pilotto (sí mynd omanfyri).
Buksurnar síggjast serliga í løttum tilfari sum bummull, høri ella silki og í alskyns litum – bæði einlittar og mynstrutar.
Mær dámar væl, at buksurnar nú aftur fáa eitt sindur av vídd; men eg vænti tó ikki, at tær víðu buksurnar heilt fara at loysa tær smølu av. Tær seinni eru eisini nógv at síggja í heyst- og vetrarmótanum.
Tá ið eg í dag vitjaði heimasíðuna refinery29.com, rakti eg…
Seglloftið á Tvøroyri bjóðar til marknaðardag komandi leygardag, tá ið…
Plagg prei. Hevur tú neglalakk standandi leingi, kunnu klumpar koma…