Vikan í klæðum: Jónhild Lindenskov Magnussen

Deil á Facebook
Mánadagur 31. oktober 2011 - 08:30

Í stíldagbókini hesaferð er 19 ára gamla Jónhild Lindenskov Magnussen úr Miðvági. Hon er fyrsta árs lesandi á klædnadeildini á Tekniska skúla í Tórshavn og í vikuskiftunum arbeiðir hon í 'check-in' á flogvøllinum. Um sín stíl sigur Jónhild soleiðis:

Klæðini eg gangi í hava eina stóra ávirkan á meg, so eg royni altíð at lata meg í so eg kenni meg væl. Tá ið eg eri vælnøgd við klæðini, sum eg eri í, so eri eg sum oftast vælnøgd við dagin. Eg vil siga, at mín stílur er casual fyri tað mesta, men tað svingar frá einum degi til annan. Ein dag havi eg kanska hug til nittir, og ein annan dag havi eg hug til blondur. Onkur hevur kanska sett okkurt saman á ein hátt, sum eg ikki hevði hugsa um áður og tað gevur mær so íblástur. Eg elski at finna nýggjar og øðrvísi mátar at samanseta tað, sum eg longu eigi, men tað merkir ikki, at eg ikki elski at shoppa!
Er tað nakað eg elski, so er tað neglalakk. Eg fái aldrin nokk av tí! Eg haldi, at neglalakk er eitt sera týdningarmikið tilhoyr og tað hevur bjarga mær óteljandi ferðir. Og sjálvt um veturin er komin, so gevist eg ikki við at brúka summarlitir á neglunum.

1. dagur:
Fríggjadagur er altíð ein góður dagur, so í dag var eg í einari blus frá Only, svartari cardigan við ongum merki, stuttbuksum frá H&M, svørtum Converse skóm og eini hálsketu frá Asos, sum skal ímynda ein saks.

2. dagur:
Í dag havi eg verið á GLS skeiði í Norðurlandahúsinum. Eg var í einum svørtum buksum frá Pieces, einari stríputari blusu frá Gina Tricot og einum klædningsjakka frá H&M. Skógvanir eru frá Converse. Taskan er nokk tað tættasta eg nakrantíð komi uppá eina Mulberry. Hon er av merkinum New Yorker. Um kvøldi skifti eg so í ein prikkutan kjóla frá New Yorker, heimabundi turriklað, blazer frá H&M og skógvar úr Noregi. Oyrnaringarnir eru arvaðir frá mammu.

3. dagur:
Sunnudagur er ein genialur dagur og tað kemur næstan ikki fyri, at eg ikki eri í kjóla tá. Eg havi valt at fara í eina svarta blus frá Pieces og ein blomstrutan niðurdeil, sum eg havi keypt í bláa krossi og so seyma um. Skógvarnir eru keyptir í Noregi og hálsketan er keypt í H&M.

4. dagur:
Tað er casual monday hjá mær, so eg eri í leggings frá Pieces, reyðari troyggju frá H&M, stuttum gummistivlum og hosum frá H&M.

5. dagur:
Í dag eri eg í einum høgtaljaðum bláum buksum frá H&M, eini stríputari blusu frá Culture, belti frá Vero Moda og ballerinair frá S///BAR.

6. dagur:
Mikudagur! Eg fekk hug at fara í einar svartar buksur frá Pieces, eina t-shirt við the Beatles á, sum pápi mín so fittur hevur keypt mær á ebay. Cowboy vestin haldi eg havi átt síðan eg var tíggju ár - tað var upprunaliga ein jakki. Eg fann hann fram aftur ein dagin og hugsaði, at eg kanska kundi passa hann um eg klipti ermarnar av, og tað riggaði! Eg havi so sjálv koyrt nakrar nittir á fyri at gera hann eitt sindur meira ráan. Skógvarnir eru frá Converse.

7. dagur:
Í dag eri eg í eini coloreblock troyggju frá Asos, stuttbuksum frá H&M og skógvum, sum eru keyptir í Týsklandi og av merkinum Sun & Shadow. Taskan eg havi brúkt í dag við teknmáli á er av merkinum Borders and Frontiers og keypt á Asos.

Vit takka Jónhild fyri, at hon vildi vera við og ynskja henni alt tað besta framyvir.

--

Samskipað hevur Eivy Johannesen


Redaktión
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini